Profile cover photo
Profile photo
Høgni Mohr
2 followers
2 followers
About
Posts

Post has attachment
Frøddust um Frans

Stór gleði í lítlari kirkju, tá ið eisini katólska kirkja Føroya fekk nýggjan páva.
Add a comment...

Post has attachment
Tað kostar tað sama

Hálvannaðhundrað fólk vóru á ráðstevnu um kapping á smáum marknaðum. Ímeðan kannaðu Høgni Mohr og Jens Jákup Hansen vørukostnaðin í lítla landinum, Føroyum. Prísmunurin var lítil og eingin.
Add a comment...

Post has attachment
Lúsasúgvarin vinnur fram

Nýggjur vinnuvegur er sprottin burtur úr vandamáli í alivinnuni.
Add a comment...

Post has attachment
Rættir menn geva upp

Skattavaldið spyr stjórar: Brúka tit stuttleikabátar og summarhús hjá feløgum privat? Verður svarað játtandi, eiga stjórarnir at geva nýtsluna upp til skattingar.
Add a comment...

Post has attachment
Við egnum eygum

Grønlendingar eru farnir at møðast av alsamt at verða lýstir gjøgnum útlendsk filmseygu. Rembingarnar síggjast aftur á løriftinum. Kenneth Jørgensen og Høgni Mohr hittu filmskvinnuna, Ivalo Frank, í Norðurlandahúsinum.
Add a comment...

Post has attachment
Fara tíðliga á fjall

Skal skurðurin vera góður, ræður um at reka, áðrenn heystið er hálvrunnið. Tað halda fjallmenn og hagamenn í Oyragjáarhaga í Sandavági. Teir fegnaðust um góða livandi vekt um heystið 2014.
Add a comment...

Post has attachment
»Tað er ikki øll, ið blíva 100, tú!«

Nanna Skála legði ræsur uttan um tubbak og brennivín í Føroyum, áðrenn fólk hildu hesi njótingarevni vera vandamál. Fríggjadagin 20. februar 2015 fylti hon 100 ár.
Add a comment...

Post has attachment
Sólskinssøga um vind

SEV hevur sett vindmyllur upp í Húsahaga oman fyri Tórshavn. Ein góðan dag gera myllurnar streym til alla Havnina. Finn Jakobsen, sum arbeiðir hjá SEV, er glaður.
Add a comment...

Post has attachment
CIP it!

Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) og Føroya landsstýri ætlaðu at gera ein sáttmála um, at CIP skuldi gera og reka ein undirsjóvartunnil í Føroyum. Men fólkið í Føroyum slapp ikki at síggja nógv av loyniliga sáttmálauppskotinum um sonevnda Eysturoyartunnilin. Hetta elvdi til undran. Hóast alt var tað fólkið, sum í veruleikanum skuldi rinda bæði boring og ætlað yvirskot til útlendska felagið.
Add a comment...

Post has attachment
Elektrikarar streyma til Noregs

Tíðin rennur sum streymur í kontakt, títt munnu fasurnar skifta. Soleiðis sang onkur í eini skærari løtu. Líkt er til, at elektrikarar í Føroyum eisini hava orsøk at tríva í okkurt ørindi, sum ber á brá av ovfarakæti. Ið hvussu er kunnu teir forvinna nógv meiri enn dupult so nógv í Noregi. At Noreg er betri enn Føroyar merkir, at Heini Magnussen heldur vil arbeiða uttanlands enn í fyritøkuni, Elmek, sum pápi hansara, Magnus Magnussen, eigur. Og lærlingar, sum í næstum verða føroyskir handverkarar, ætla sær eisini til Noregs at arbeiða.
Add a comment...
Wait while more posts are being loaded